Nevndin í P/F Føroya Lívstrygging hevur gjørt av at seta Jan Jakobsen sum stjóra í P/F Føroya Lívstrygging.
Jan er 48 ára gamal og er útbúgvin cand.merc. við sergrein í fígging og roknskapi frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Jan hevur drúgvar royndir frá fíggjarheiminum, hann hevur m.a. starvast sum risk manager og sum leiðari á íløgudeildini í BankNordik.
Jan Jakobsen sigur, at hann helst byrjar í starvinum 1. februar. Hann er í starvi í BankNordik, har hann er »riskmanager« og fæst við váðastýring hjá bankanum. Jan Jakobsen er nýggjur í tryggingarhøpi. Í sínum starvi í bankanum hevur hann fingist eitt sindur við trygging við rapporteringum í og við at BankNordik eigur tryggingarfelagið Trygd, men inni í tí tekniska arbeiðinum hevur hann ikki verið, sigur hann við Portalin.
Nýggj lóggáva við tvungnari uppsparing til eftirløn verður eftir ætlan sett í gildi í næstum, umframt at felagið er farið undir at gera eftirlønarskipanirnar einfaldari. Stjórin skal saman við nevndini laga felagið til hesar broytingar.










