Nú formansvalið í Føroya Fiskimannafelag er av, er greitt, at tað verður sitandi formaður, Jan Højgaard, ið heldur fram sum felagsfornaður.
Nú atkvøðurnar eru taldar upp, hevur Jan Højgaard fingið 216 atkvøður og Mortan Berjastein, sum er avbjóðarin, hevur fingið 105 atkvøður.
Tað skrivar Føroya Fiskimannafelag á síni heimasíðu.
Jan Højgaard hevur verið formaður í Føroya Fiskimannafelag síðan 2007.
Felagsformansval er í felagnum triðja hvørt ár, um onkur stillar upp móti sitandi formanni, og nýggja formansskeiðið byrjar hin 1. februar.