Jan hevur vunnið fyrsta steypið

HB vann finaluna í venjarakappingini í dag á NSÍ

Jan C. Dam er nýggjur venjari hjá HB, og Anders Gerber er nýggjur venjari hjá NSÍ.

Í kvøld vóru tað liðini hjá hesum báðu nýggju venjarunum, sum spældu finalu á Tórsvølli í fótbóltskappingini, sum venjarafelagið hevur skipað fyri í Gundadali í dag.

 

Úrslitið var, at HB vann 3-1, og harvið hevur Jan C. Dam longu vunnið fyrsta steypið sum HB venjari.

Finalan vardi í ein hálvan tíma. Poul Ingason legði HB framum, og Adrian Justinussen økti um HB leiðsluna til 2-0. Ein av nýggju NSÍ spælarunum, 17 ára gamli Jannik Mathias Olsen, minkaði um munin, áðrenn Pál Mohr Joensen staðfesti 3-1 HB sigurin.