Jan Herman er nøgdur við róðrarárið

(Ljóðsamrøðu) Hoyr samrøðuna, sum var við formannin í Róðrarsambandinum á Rás2

Formaðurin í Róðrarsambandi Føroya, Jan Herman Hansen er væl nøgdur við júst farna kappingarár. Hann heldur, at í tí stóra og heila hevur gingið væl. Okkurt minni gott fer altíð at verða, men í tí stóra og heila stendur kappróðurin seg væl í Føroyum.

 

Jan Herman heldur, at tilgongdin av yngri rógvarum er góð, og hann væntar fleiri bátsmanningar komandi árini.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Jan Herman Hansen á Rás2 fyrr í kvøld. 

 

(Mynd: hvannrok.fo)