Jan Hentze úr at gera

Altjóða flogbóltsdómarin, Jan Hentze, hevur úr at gera. Í gjár dømdi hann dyst millum KSV og Holte í donsku elitudeildini, og í annaðkvøld skal hann døma eina áttandapartsfinalu í Challenge Cup í Kekkia. Somuleiðis hevur hann fingið at vita, at hann síðst í hesum mánaðinum skal døma eina fjórðingsfinalu í Challenge Cup hjá kvinnum, annaðhvørt í Finnlandi ella Hvítarusslandi.