Í gjár vóru tað tvíburarnir Hans Jákup og Elias J. Lervig. Og í dag er tað Jan Ó. Ellingsgaard, sum hevur sett navnið á nýggjan sáttmála, ið ber við sær, at hann eisini í 2022 fer at spæla við ÍF.
Talan er um royndan spælara, tí 31 ára gamli Jan Ó. Ellingsgaard hevur spælt 283 dystir í bestu deildini.
Setningurin hjá honum, Lervig tvíburunum, Karl Løkin og nógvum ungum spælarum verður at vinna ÍF aftur í bestu deildina. ÍF flutti í heyst niður úr bestu deildini, og avgjørda málið er longu í ár at endurvinna plássið í fremstu røð.
Venjari hjá ÍF í 2022 er Alex Jovevic.