Tað eru smáir tveir mánaðir síðan, at Jan Dam varð varð frákoyrdur sum høvuðsvenjari hjá HB, sum segði seg leggja á annan bógv og nú fer eftir FM-gullinum næsta ár.
Í morgun er tó vorðið greitt, at Jan Dam hóast alt sleppur at halda fram í HB. Hann er nevniliga settur í starv sum venjari hjá U18-liðnum.
- Vit í Havnar Bóltfelag eru sera fegin um at ein av okkara allarstørstu legendum heldur fram í venjaragerninginum hjá barndómsfelagnum, skrivar HB á heimasíðuni.
Sigfríður Clementsen hevur tikið við sum venjari hjá besta liðnum hjá HB. Á U18-liðnum tekur Jan Dam við eftir Jan M. Laursen.