Jan heldur fram

Royndi spælarin og venjarin Jan C. Dam verður eisini í 2022 venjari í EB/Streymi

Mynd: EB/Streymur

EB/Streymur skrivar soleiðis í kvøld:

 

Ein partur av einum góðum venjaratoymi er, at vit hava ein góðan venjara á næstbesta liðnum. Næstbesta liðið er staðið, ið flestu leikarar taka síðsta stigið upp í bestu deildina.


Tí eru vit í felagnum sera fegin at kunngera, at Jan C. Dam eisini verður venjari hjá næstbesta liðnum komandi ár.


Hóast vit fluttu úr 1. deild niður í 2. deild í ár, so føla vit, at Jan hevur ment leikarnar nógv og gleðast vit um, at hann ynskir at byggja víðari á arbeiðið, so vit kunnu fáa næstbesta liðið upp aftur í 1. deild, og at vit framhaldandi seta fleiri ungar leikarar við.


Felagið ynskir Jan bestu eydnu saman við leikarunum í 2022!

 

Mynd: EB/Streymur