Jan Højgaard sannførandi vinnari

Tað gekst til formansvalið í Fiskimannafelagnum so, sum tey flestu helst mundu vænta: Jan Højgaard heldur fram við einum sannførandi sigri; hann fekk heili 57% av atkvøðunum

Trý ár í sessinum.
Soleiðis eru treytirnar, tá formaður verður valdur til Føroya Fiskimannafelag, sum nú skjótt hevur 102 ár á baki.
Hetta er samstundis triðju ferð, at Jan Højgaard hevur stillað upp til formansvalið, og tað er eisini triðju ferð, at hann verður valdur til formann.
Hesaferð vóru mótvalevnini tvey, Gímur Hammer og Sakarias Zachariassen, men tey megnaðu ikki at koppa sitandi formanni.
Eitt serligt hesaferð var, at ein, ið starvast á skrivstovuni hjá Føroya Fiskimannafelag, Grímur Hammer, valdi at stilla upp móti formanninum. Gitt hevur verið, hví so varð, men bæði Grímur og Jan hava sagt, at tað eingin trupulleiki hevur verið fyri umhvørvið á skrivstovuni.
Úrslitið av valinum fyrilá gjáramorgunin, eftir at seinasta freist at lata atkvøðuseðil inn var á miðnátt mikukvøldið. Næstformaðurin, sum vanliga er hann, ið almannakunngerð úrslitið, var burturstaddur, og tí gjørdist tað Andreas Berglíð, sum hevur umboðað Vága sókn í fleiri enn 20 ár, ið kunngjørdi úrslitið av valinum.
Endin var, at Jan Højgaard fekk 334 atkvøður, svarandi til 57%, og hann var tí afturvaldur við einum stórsigri. Grímur Hammer fekk 151 atkvøður, sum svarar til 25%, meðan Sakarias Zachariassen fekk 108 atkvøður, ið svarar til 18%.

ALS kostaði ikki
Um báðir avbjóðararnir høvdu síni ánilsi skal vera ósagt, men tað var bert Jan Højgaard av teimum trimum uppstillaðu, ið møtti upp í hølunum hjá grannskoðarafyritøkuni, Januar, klokkan 11 fyrrapartin í gjár, tá úrslitið varð almannakunngjørt.
Sitandi formaðurin var annars væl nøgdur við úrslitið, tó at hann ikki dugdi at siga, hvat hann hevði væntað sær.
Hann dugdi heldur ikki at mta um, hvørt tað er ein fyrimunur ella vansi, at valluttøkan einans var 25%.
- Nei, tað dugi eg ikki at meta um, sigur Jan Højgaard.
Hinvegin heldur hann ikki, at gølan um fráfaringaravtaluna, ið hann sum táverandi limur í stýrinum í ALS gjørdi við Ernst Jacobsen.
- Tað sær ikki út til, at tað hevur havt nakra ávirkan, sigur Jan Højgaard.
Hinvegin heldur hann, at tað er ein trupulleiki, at fiskimenn hava so vánaligar - fyri ikki at siga ongar - treytir í ALS.
- Nú eri eg so ikki longur limur í stýrinum fyri ALS, men vit hava so eitt umboð har. Og nú havi eg so trý ár at gera mína ávirkan galdandi á tí økinum, sigur Jan Højgaard.