Jan Højgaard onga viðmerking

- Eg havi onga viðmerking til dómin, fyrr enn vit hava nærlisið hann saman við okkara sakførara, sigur Jan Højgaard, felagsformaður

Rættarmál

 

Sosialurin vendi sær til formannin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, seint fyrrapartin í dag og spurdi, um hann hevur onkrar viðmerkingar til dómin, sum fall í Føroya Rætti mánadagin.

Tað er FF, sum vegna nakrar av sínum limum hevur stevnt reiðarínum P/F Líðini í Kollafirði, ið eigur rækjutrolaran, Arctic Viking.

Felagið metir, at menn eiga hýru til góðar hjá felagnum (sí aðra grein á hesi opnu).

 

Nærlesa dómin

Jan Højgaard sigur, at hann hevur ongar viðmerkingar til dómin, fyrr enn felagið hevur nærlisið hann saman við sakførara sínum.

- Vit fara á fund við sakførara okkara fríggjadagin, har vit fara at hyggja at dóminum og nærlesa hann. Fyrr enn hesin fundur hevur verið, havi eg onga viðmerking, sigur hann.

Jan Højgaard vildi soleiðis heldur ikki í morgun siga okkum, um felagið fer at skjóta dómin inn fyri Landsrættin.

- Tú ert vælkomin at spyrja aftur, tá farið er um middags fríggjadagin, legði hann aftrat.

 

Manning í vanda

Á rættarfundi í málinum vísti formaðurin í Føroya Fiskimannafelag á, at litavarnir, sum vóru við Arctic Viking, tá málið tók seg upp, ikki vóru mynstraðir sambært føroyskari mynstringarlóg.

- Bert teir, sum eru mynstraðir, eiga lut í veiðipartinum. Tí eigur reiðaríið at borga fyri litavunum um sínar eykapartar eftir sáttmálanum. Soleiðis hevur verið gjørt í øðrum føri, eitt nú við Borgaranum og Ran, segði hann.

Jan Højgaard segði, at Fiskimannafelagið ikki hevur góðkent, at reiðaríið hevur útlendskar fiskimenn umborð.

- Tað eru trupulleikar við málinum, og hesir menn hava heldur ikki kravdu trygdarskeiðini. Hetta setir alla manningina umborð í vanda, segði formaðurin í Føroya Fiskimannafelag í síni frágreiðing í Føroya Rætti.