Nógv sjófólk eru møtt til mótmælistiltakið á í Klubbagarðinum í dag, sum Fiskimannafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið skipaðu fyri.
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, byrjaði tiltakið. Hann segði, at felagið leingi hevði víst á skeivleikar í uppskotinum hjá samgonguni, men at neyðugu broytingarnar vórðu ikki framdar enn og tí var hetta tiltakið skipað.
- Fiskimenn eru ikki nakað projekt hjá politikkarum. Vit eru hóttir uppá breyðið við hesum uppskoti og tí mugu vit mótmæla, sigur Jan Højgaard, ið fleiri ferðir endurtók, at tá politikkarar tosa um uppboðssølu, so eru tað størv hjá fiskimonnum, sum standa uppá spæl
- Tá fiskimenn og reiðarar koma saman á henda hátt og eru samdir, tá eigur okkurt at siga, at hetta uppskotið er ikki gott fyri nakran, segði Jan Højgaard.









