Jan Højgaard fúsur til dyst um formanssess

- Eg trúgvi neyvan, at aktivir fiskimenn fara at velja ein fyrrverandi reiðara til formann í Fiskimannafelagnum. Tað eru reiðarar, sum ynskja meg burtur, tí við mær sum formanni verður truplari at hjá teimum at manna skipini við bíligari arbeiðsmegi, sigur Jan Højgaard

Val í FF

Sitandi formaður í Fiskimannafelagnum hevur sínar tankar um, hvussu Hendrik Old, fyrrverandi løgtingsmaður, er vorðin valevni til felagsformansvalið.
- Tað eru sóknarformenn, sum hava ringt til mín og hava fortalt mær, hvussu hetta hevur gingið fyri seg. Eg kenni tí søguna aftanfyri alt hetta, sum er hent seinastu dagarnar, áðrenn freistin at stilla upp gekk út.
Men Jan Højgaard er fúsur at taka dystin upp við fyrrverandi løgtingsmannin.

Góðar vónir

- Ja, eg havi góðar vónir. Tað verður ilt hjá mær at trúgva, at aktivir fiskimenn fara at velja ein fyrrverandi reiðara til at umboða seg í felagnum. Hetta fer avgjørt at gera, at fiskimenn fáa eitt stirvið felag.
Sitandi formaður sigur, at tað eru reiðarar, sum gjarna vildu havt hann burtur, tí teir meta hann at vera eina forðing fyri at manna skipini við bíligari arbeiðsmegi.
- Vit hava áður merkt, at reiðarar hava lagt trýst á okkum fyri at fáa bíligari arbeiðsmegi umborð, og faktað er, at onkur rækjuskip hava blakað føroyingar í land.
Formaðurin í Fiskimannafelagnum hevur annars ikki hug at peika á skip ella skipabólkar í hesum sambandi.
- Men hetta er ein trupulleiki, har neyðugt er at vera á varðhaldi, leggur hann aftrat.

Betri eftirløn
Jan Højgaard sigur, at longu áðrenn hann varð valdur til felagsformann í Fiskimannafelagnum fyri trimum árum síðan, segði hann, at tað helst fór at taka meiri enn trý ár at fáa alt upp á koyra í Fiskimannafelagnum, sum hann tekur til.
- Eg byrjaði næstan á berum og fekk lítla hjálp. Noyðist eg at gevast sum formaður nú, er meginparturin av tí, eg havi verið við til at lagt lunnar undir hesi árini, burturspilt.
Sitandi formaður sigur, at eitt av teimum málum, sum liggur millum tey fremstu hjá felagnum, er at tryggja fiskimonnum eina betri eftirløn.
- Fiskimenn rinda í dag 35 krónur fyri hvønn mynstringardag til eftirløn. Saman við tí, sum reiðararnir gjalda, er talan samanlagt fyri allar veiðibólkar um eina eftirløn, sum svarar til eitt inngjald upp á 3,7% av útgoldnum hýrum.
Hann sigur, at leiðslan í felagnum á komandi landsfundi, sum verður millum jól og nýggjárs, fer at leggja eitt uppskot fyri limirnar, sum fer at byggja á, at eftirlønin hækkar stigvíst.
- Vit kunnu akkurát tað sama gera tað sjálvir, tí, sum tíðin gongur, fer tað almenna at lóggeva eftirlønina omanyvir okkara limir.
Jan Højgaard heldur tað kortini vera keðiligt, at politiska skipanin ikki greitt meldar út, hvussu nógv skal rindast í eftirløn – og hvør skal rinda eftirlønina.

Eingin stúran
Nú fiskimenn fara at fáa atkvøðuseðlar sendandi, vendir sitandi formaður aftur til valið, sum verður í felagnum, og einki bendir á, at hann stúrur fyri at taka upp dystin við fyrrverandi løgtingsmannin og skiparan, Hendrik Old.
- Nei, eg stúri ikki fyri valinum, sum byrjar nú. At eg fekk eitt mótvalevni, sigur mær, at reiðarar ikki eru nøgdir við mín leiklut í felagnum, og tað kann bara styrkja fiskimenn í trúnni á, at eg eri rætti maðurin at verja teirra borg. Sum aktivur fiskimaður, hevði eg so ongantíð valt ein fyrrverandi reiðara at tala mína søk, sigur Jan Højgaard.