Jan Højgaard, Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, ráðførdi seg ikki við nevndina í felagnum, tá ið hann herfyri burturvísti fýra monnum úr felagnum, sum vit greiddu frá í fríggjadagsblaðnum.
Og tað er samstundis púra vist, at seinasta orðið í málinum er ikki sagt enn.
Næstformaðurin í Fiskimannafelagnum, Eyðun Johannesen, ger í øllum førum greitt, at hann vil hava málið tikið upp til nýggja viðgerð.
Annars er hann rættiliga fámæltur um avgerðina at burturvísa fýra fiskimonnum úr felagnum.
Hann staðfestir, at málið er ongantíð viðgjørt á nevndarfundi.
Men samstundis staðfestir hann púra avgjørdur, at hetta málið er so mikið álvarsligt, at tað kann forða teimum at sleppa til skips við føroyskum skipi.
- Tí skuldi málið avgjørt verðið viðgjørt á nevndarfundi, áðrenn nøkur stig, sum hesi, vórðu tikin og vit mugu nú fáa málið til viðgerar í nevndini
- Sostatt má tað sum er hent, standa fyri formansins egnu rokning, sigur Eyðun Johannesen.
Jan kúvendir
Sjálvt um Jan Højgaard segði fyri Sosialinum fríggjadagin, at nevndin í felagnum var samd um at burturvísa menninar í felagnum, váttar hann nú, at málið hevur ikki verið fyri á nevndarfundi.
Tað helt hann annars, at tað hevði, men eftir at hann nú hevur leitað í gerðarbókini, ásannar hann, at tað málið hevur ikki verið viðgjørt á nevndarfundi.
Hann sigur, at talan var um tveir mans, sum vóru limir í felagnum, sum vórðu útihýstir. Samstundis var talan um tveir aðrar mans, sum ikki vóru limir í Fiskimannafelagnum, men sum hava fingð boð um, at teir heldur ikki sleppa at verða limir.
Men nú stendur í viðtøkunum hjá tykkum, at formaðurin tekur støðu í dagliga fyrikomandi málum.
Tað kann hetta valla sigast at vera og sostatt eru tað nógv, sum eru sannførd um, at tað var ólóglig framferð av formanninum, tá ið hann einsamallur tók avgerðina um at burturvísa teimum fýra fiskimonnunum, sum hann sjálvur váttar í aðrari grein her á síðunum.
Vit spyrja eisini Jan Højgaard um málið ikki skuldi verðið lagt fyri nevndina.
- Tað kundi tað gott, men viðhvørt má mann handlað sjálvur. Í hesum føri tóku teir eitt arbeiði upp, vit høvdu blokerað og tað hevði onki fakfelag góðtikið, sigur hann.
Annars sigur hann, at hann tosað við nevndarlimirnir umvegis telefon um hetta málið. Kanska hevur hann ikki fingið fatur á øllum, men hann tosaði við nakrar.
Men, nú er Carlton málið meiri enn hálvtannað ára gamalt, hví koma burturvísingarnar ikki fyrrenn nú?
- Tað er tí at vit hava fingið nógvar afturvendandi áheitanir frá limum í Fiskimannafelagnum, sum hava kravt, at tað skuldi fáa avleiðingar, sigur Jan Højgaard.
Les eisini greinina: Útblakaðir fiskimenn sluppu ikki at verja seg.
J