Árini 1997-2001 var Jan Guttesen av týdningarmestu monnunum á miðvøllinum á B36-liðnum, sum millum annað vann tvey gullmerki í landskappingini, umframt at talan eisini gjørdist um fleiri heiðursmerki av øðrum slag.
Seinnu árini hevur miðvallarin tó verið í lestrarørindum í Danmark, og nú tykist greitt, at summarsteðgurin í ár skal nýtast til fótbólt í Fuglafirði.
Enn eru ikki allir smálutir komnir upp á pláss, men Jan sigur sjálvur, at hann roknar við at spæla í ÍF.
- Tað verður allarhelst soleiðis, at eg skal arbeiða í Fuglafirði í summar, og so havi eg sjálvandi einki ímóti at spæla fótbólt samstundis. Ikki minst tá uppgávurnar kunnu gerast so spennandi, sigur hann.
Og við hesum sipar hann helst til úrtøkuna í steypakappingini higartil, har ÍF við einum sigri í seinnu hálvfinaluni móti NSÍ kann tryggja sær sæti í finaludystinum.
Ætlandi verður tað annars soleiðis, at Jan fær verið við á ÍF-liðnum tey bæði seinastu umførini undan og tey bæði fyrstu umførini eftir summarsteðgin. Og hartil kemur so sjálvandi hálvfinala og møguliga finala í steypakappingini.