Sætta FSF-varpið verður sent í kvøld kl. 18.30 og aftur kl. 22.00 á Rás 1 hjá Televarpinum. Hesaferð verður serligur dentur lagdur á 1. deild hjá monnum, har B68 hevur beina kós ímóti Formuladeildini.
Í sjónvarpsstovuni eru Rúni Nolsøe, venjari hjá B68, og Jam Dam, venjari hjá FS Vágum. M.a. greiðir Jan Dam frá, hvat hendi, tá hann fyri fáum døgum síðan var so óheppin at slíta hælsinuna í dysti fyri FS Vágar.
FSF-varpið kagar eisini í steypagoymsluna hjá HB og varpar ljós á landsliðsspælaran Mikkjal Thomassen. Litið verður at enda fram ímóti landsdystinum ímóti Litava 12. september.