Jan gevst í ÍF: Skiftir helst til EB/Streym

ÍF boðar í dag frá, at samstarvið við Jan Ó. Ellingsgaard er endað

ÍF hevur í dag boðað frá, at samstarvið við lokala liðskiparan, Jan Ó. Ellingsgaard, er endað. Tað hendir eftir eina tvístøðu millum hann og Filip Djordjevic. Filip Djordjevic er fyribils ikki ein partur av besta liðnum hjá ÍF.

- Vit skulu við hesum boða frá, at samstarvið við Jan Ó. Ellingsgaard er endað. Somuleiðis er sáttmálin, sum annars var galdandi fyri 2021 og 2022 ógyldaður, so at Jan verður ikki partur av fremsta mansliðnum hjá ÍF komandi árini, skrivar heimasíðan hjá ÍF.

Jan Ó. Ellingsgaard sigur við bolt.fo, at hann tosar við EB/Streym. Nakað sum In.fo eisini hevur fingið upplýst. Hartil verður sagt, at Rógvi Egilstoft eisini er á veg aftur EB/Streym. Hann skifti frá júst EB/Streymi til NSÍ undan hesum kappingarárinum.