Jan fær seks stjørnur

Havnarmaðurin Jan Restorff og Søllerød Kro fáa í dag seks stjørnur út av seks møguligum frá matummælarunum hjá donsku avísini Berlingske.

Í dagsins Berlingske ber til at lesa framúr góða ummæli, sum Søllerød Kro fær, eftir at tveir ummælarar ótu á matstovuni seinasta fríggjadag.

Jan Restorff, sum er kokkur og matstovuleiðari á Søllerød Kro, er sum vera man fegin um tær seks stjørnurnar og vøkru orðini sum hann sjálvur og matstovan fáa frá ummælarunum.

- Eg eri ótrúliga glaður og errin, og hetta er øllum starvsfólkunum á Søllrerød Kro at takka, sigur Jan Restorff. Góða ummælið hevur stóran týdning fyri matstovuna.

- Hetta ummælið hevur nógv at siga fyri okkum. Meginparturin av lesarunum hjá Berlingske eru fólk frá vinnulívinum, sum javnan halda fundir og annað her hjá okum, og vónandi kann ummælið fáa enn fleiri frá hesum málbólkinum at vitja Søllerød Kro, greiðir Jan Restorff frá, sum tó ikki hevur havt stundir at feira góða ummælið.

- Avísin kom út klokkan 02 í nátt, og vit hava nógv at gera á matstovuni, so enn hava vit ikki rættiliga havt møguleika at hildið nakra veitslu og harvið feirað tær seks stjørnurnar, sigur Jan Restorff, sum tó væntar, at tey gera okkurt seinni í mánaðinum. Søllerød Kro er tilnevnd í Den Danske Spiseguide til at vera besta matstova í Danmark, og næsta sunnudag koma ummælarar at meta um matstovuna hjá Jan Restorff.

- Vit hava góðar vónir um at koma við í Den Danske Spiseguide, so kanska vit kunnu hátíðarhalda okkurt tá, um alt gongur væl, sigur Jan Restorff.

Ummælararnir hjá Berlingske ótu á Søllerød Kro seinasta fríggjadag, har teir høvdu bílagt borð undir øðrum navni. Teir fingu eina matskrá við seks rættum, ið millum annað var toskur, tormatsorbet, jákupskeljar og kálvamørbrad. Afturat matinum fingu ummælararnir eina vínmenu.