Í dag lat listamaðurin Jan Eriksen úr Odense upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Jan Eriksen er útbúgvin á Fyns Kunstskole og hevur haft nógvar ymiskar framsýningar í listafeløgum, gallaríum og á listasøvnum í Danmark. Eisini hevur hann fleiri ferðir áður havt framsýning í Føroyum.
Jan Eriksen hevur stóran tokka til Føroyar. Hann hevur verið fleiri studietúrar í Føroyum, har hann hevur fingið sær inspiratión til málningar sínar. Landsløg, bygdirnar og føroysku lundarnir eru tað, sum hevur givið honum størsta listarliga hugflogið, og tað sæst aftur í nógvum av málningum hansara.
Málningarnir eru marglittir og litfagrir, við einum broddi av skemti, sum serliga sæst í eyðkendu málningunum av lundum í ymsum meira og minni abstraktum sniðum. Herav kemur eisini listarliga eyknevni hansara “Lundejan”, sum hann sjálvur yndir at nevna seg.
Listaframsýningin hjá Jan Eriksen letur upp hósdagin 25. august kl. 14.00 og fernisering verður kl. 17 - 19.
Framsýningin er opin hvønn dag frá kl. 14 – 19 til og við týsdagin 30. august
##med2##