Jan er væl nøgdur

Jan Højgaard er væl nøgdur við nýggja sáttmálan, sum Fiskimannafelagið hevur gjørt við fýra coastara-reiðarí.

Jan Højgaard er væl nøgdur við nýggja sáttmálan, sum Fiskimannafelagið hevur gjørt við fýra coastara-reiðarí, sum standa uttan fyri Reiðarafelagið fyri Farmaskip.

 

Sjómannadeildin í Føroya Fiskimannafelag skrivaði í seinastu viku undir sáttmála við tey fýra coastara-reiðaríini, Sp/f Frakt & Sand, P/f Sandgrevstur, Sp/f Sekstant og Sp/f Vermland.

 

Hesi fýra reiðaríini standa uttan fyri Reiðarafelagið fyri Farmaskip, sum eisini hevur sáttmála við Fiskimannafelagið.

 

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, sigur við heimasíðu felagsins, at hann er væl nøgdur við sáttmálan, sum nú er komin í hús.

 

- Partarnir hava prátað saman síðan í fjør heyst, og spakuliga eru vit komnir ásamt um ásetingarnar. Talan er um ein minimumssáttmála, men veruligu lønirnar hjá hesum fýra reiðaríunum eru hægri, enn sáttmálin ásetir, sigur hann.
 

Sáttmálin er galdandi fram til 1. mars 2016.