Jan er stóri spælarin hjá Tottenham

Champions League: Sergio Ramos er aftur í andglettinum

Tottenham vann í gjár greiðan 3-0 sigur á Borussia Dortmund, meðan Real Madrid stríddi seg til sigurs í Amsterdam – men tað var ikki uttan dramatikk.

 

Fyri Tottenham, sum spælir sínar heimadystir á Wembley, var Jan Vertonghen stóri spælarin. Belgiski miðverjin spældi á vinstra vongbakki, men har stóð hann seg væl. Hann legði upp til 1-0 málið og skoraði sjálvur til 2-0.

 

Móti dystarenda staðfesti Fernando Llorente sigurin, tá hann stútaði eitt hornaspark frá Christian Eriksen í málið. Tottenham hevur nú góð kort á hondini undan returdystinum.

 

VAR og Ramos í andglettinum

Á Johan Cruyff Arena í Amsterdam vann Real Madrid 2-1 á Ajax. Heimaliðið fekk annars fyrst bóltin í netið, men málið bleiv kolldømt eftir hjálp frá VAR. Hóast sjónbandaupptøkur, so eru øll ikki samd um, at málið skuldi verið kolldømt.

 

Real Madrid skoraði sigursmálið móti dystarenda, men tað er ein hending beint aftaná, sum miðlarnir hava bitið merki í. Sergio Ramos gjørdi eitt óneyðugt og ógvusligt fríspark, sum gav gult kort. Hetta ger, at hann skal sita yvir í returdystinum, men síðani ikki skal hugsa um leibann í eini møguligari fjórðingsfinalu.

 

Fleiri halda, at Sergio Ramos gjørdi tað við vilja, nú Real Madrid er stórfavorittur at koma víðari. Spanski miðverjin hevði eisini eitt skálkabros , tá hann greiddi frá støðuni eftir dystin. Um UEFA leggur seg í málið og staðfestur, at hann fekk sær eitt sokallað taktiskt gult kort, so kann hann fáa leikbann í tveir dystir.

 

Champions League 1/8-finalur:

Tottenham – Borussia Dortmund 3-0 (0-0)

1-0 Heung-Min Son, 47

2-0 Jan Vertonghen, 83

3-0 Fernando Llorente, 88

 

Ajax – Real Madrid 1-2 (0-0)

0-1 Karim Benzema, 60

1-1 Hakim Ziyech, 75

1-2 Marco Asensio, 87

 

Týskvøldið:

Manchester United – PSG 0-2 (0-0)

0-1 Presnel Kimpembe, 53

0-2 Kylian Mbappé, 60

 

AS Roma – FC Porto 2-1 (0-0)

1-0 Nicolo Zaniolo, 70

2-0 Nicolo Zaniolo, 76

2-1 Adrian Lopez, 79