Jan er errin av manningini

Formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur, at dekkararnir, sum vóru við Carlton, eru ein fyrimynd fyri allar føroyskar fiskimenn Tað var fyrst í mars, at Fiskimannafelagið lýsti mynstringarbann fyri sínar limir við pelagiska skipinum Carlton. Fimm dekkarar og kokkur gjørdust soleiðis raktir av hesum banni, og nú vit skriva 18. apríl í dag, er eingin loysn funnin millum reiðaríið og felagið hjá fiskimonnum.

Fiskimannafelagið heldur uppá, at skipið eigur at sigla eftir tí gamla ídnaðarsáttmálanum sum sigur, at býtisprosentið er 27%, meðan reiðarin heldur uppá, at hann hevur eina avtalu við manningina sum sigur, at teir vilja sigla fyri 23,24%.

Tá Fiskimannafelagið gjørdi av at lýsa mynstringarbann, vóru eisini onnur viðurskifti hjá reiðaranum, sum felagið og limir tess ikki vóru nøgd við. Hesi mál snúðu seg eitt nú um vantandi avrokningar og frítíðarløn.

Hóast mynstringarbannið gjørdi reiðarin kortini av at loysa skipið við navigatørum og maskinmonnum, sum nú einsamallir hava mannað skipið síðan tíðliga í mars mánaða. Carlton sleppur ikki at landa í føroyskari havn, tí Fiskimannafelagið fær stuðul frá Føroya Arbeiðarafelag, sum varðar av limunum í Fuglafjarða Arbeiðsmannafelag, eins og FF fær stuðul frá Havnar Arbeiðsmannafelag.

Teir, sum líða undir mynstringarbanninum, eru fimm dekkarar og kokkur.

- Eg dugi slett ikki at siga í løtuni, hvussu hetta málið tørnar út. Men eg eri sera errin av hesum monnum, sum veruliga hava stríðst fyri at verja sáttmálan, sigur Jan Højgaard, felagsformaður, í viðtali við Sosialin í gjárkvøldið.