Jan Elmar náddi oyggjaleikakravinum

Ikki síðani 2013 hevur Føroyar havt eitt mannligt umboð við á langteinunum í renning á Oyggjaleikunum.

Leygardagin megnaði Jan Elmar Sørensen at renna góðan minutt undir kravtíðina til oyggjaleikirnar, tá hann luttók í HM í hálvmaraton í Cardiff. Tíðin var 1.13,55 og er hann tí sætt skjótasti føroyingur á teininum yvirhøvur.

 

Frælsur Ítróttur Føroya skrivar, at hetta er sera gleðiligt fyri føroyskan frælsan ítrótt. Luttøkan á langteinunum hevur verið heldur soltin hjá monnunum seinni árini. Guttorm Sørensen luttók fyri seinastu ferð heilt afturi í 2007. Síðani tá hevur Marnar Djurhuus umboðað Føroyar tvær ferðir, í 2011 og 2013. Eingin føroyingur luttók hjá monnunum í 2009 og 2013.

- Hetta er sera gleðiligt fyri føroyska renning. Vit sleppa ikki undan, at langteinarenning dagliga er andlitið úteftir hjá frælsa ítróttinum, og tí er so umráðandi, at okkara allarbestu hava eina styrki, har tey kunnu kappast við tey bestu á oyggjaleikunum, skrivar felagið á heimasíðu sínari.

 

Hvat heiðursmerkjum viðvíkur, so vann Marnar Djurhuus trý bronsuheiðursmerki tær báðar ferðirnar hann luttók, á 5.000 metrum í 2011 og í 2013 og á 10.000 metrum í 2013. Tann næsti undan honum var Bogi Lenvig, sum vann bronsu í 2003.

 

Betur hevur gingist hjá kvinnunum, sum eisini hava havt regluliga luttøku seinastu árini. Síðani 2009 hava kvinnurnar vunnið 11 heiðursmerki. Súsanna Skylv Sørensen vann silvur á 10.000 m í 2009. Í 2011 vann Bjørk Herup Olsen bronsu í hálvum maraton, silvur á 10.000 m og silvur á 5.000 m. Í 2013 vann Valborg Heinesen gull á bæði 5.000 og 10.000 m og í 2015 vann Marna Egholm bronsu í hálvum maraton, silvur á 10.000 m og bronsu á 5.000 m. Bjørk Herup Olsen bleiv nr. 2 í 3.000 m forðarenning, og tær báðar vunnu saman bronsu í liðkappingini í hálvum maraton.

- Dreymurin er sjálvandi at vit kunnu fáa eins sterkar menn, og við úrslitinum hjá Jan Elmari er so fyrsta fetið tikið. Gott er at síggja ungar kreftir ganga á odda, og vónin er at nýtt ungt blóð legst afturat, tí tað er alneyðugt, skulu menninir standa okkara sterku kvinnum kurl, skrivar felagið.