23 ára gamli Jan Ellingsgaard, ið seinastu árini hevur verið millum bestu vinstru bakkar í Føroyum, kemur aftur í ár at spæla ein leiklut á ÍF liðnum.
Jan Ellingsgaard er lesandi í Danmark í løtuni, men kemur heim at spæla við ÍF um páskini. Tá fær hann 3 dystir við.
Harafturat kemur Jan at spæla við ÍF alla summarferiuna, og merkir tað, at hann í øllum førum fær helmingin av Effodeildini við.
23 ára gamli Jan Ellingsgaard hevur leikt 143 dystir fyri fremsta liðið hjá ÍF, har hann hevur skotið 10 mál.
Kelda www.if.fo