Jan, Elin og Erland røða á Vaglinum

Í dag er 1. mai, og kl 15 skipar Havnar Arbeiðsmannafelag fyri haldi á Vaglinum í Havn. Á skránni verða røður og, Havnar Hornorkestur spælir. Røðarar eru Jan Højgaard, formaður í fiskimannafelagnum, Elin Mortensen, samskipari hjá Amnesty og Erland Viberg Joensen, søgufrøðingur Arbeiðaradagurin hevur verið hildin, síðani tað á eini altjóða arbeiðararáðstevna í París í 1889 var avgjørt, at 1. mai skuldi gerast altjóða arbeiðaradagur. Árið eftir var dagurin fyrstu ferð hildin og líka síðani hava arbeiðsfólk hildið henda dag.

Arbeiðaradagur verður hildin víða um heim, og mótmælisgongur eru allastaðni fyri betri arbeiðs- og livikorum, fyri betri arbeiðsumhvørvi og øktum politiskum frælsi.