Jan Danielsen er settur í starv sum stjóri í nýstovnaða almenna stovninum, Heilsutrygd í Klaksvík.
Jan Danielsen er 43 ára gamal og hevur m.a. útbúgving innan HD í roknskapi. Hann hevur drúgvar royndir innan leiðslu og fíggjarstýring í fleiri fyritøkum umframt at hava røkt álitisstørv í nevndum. Jan Danielsen byrjar í starvinum 1. mars 2010.