Jan Dam vitjar í FSF Varpinum

Fyrrverandi landsliðsspælarin fortelur um gamlar dagar og tippar komandi umfar

Millum annað fortelur Jan Dam, um eina serliga hending hann hevði við Patrick Berger, sum tá spældi við Liverpool og Kekkia, og um ræðuliga fyrireikingarnar, ið HB hevði undan 10-0 tapinum ímóti Tromsø

 

Síggj FSF Varpið við at trýsta á pílin á myndini

 

Jan Dam, við millumnavninum Christian, er gestur í FSF Varpinum hesaferð. Jan hevur roynt tað mesta, ið nógvir føroyskir spælarar droyma um. Hann hevur spælt 249 dystir í fremstu deildini, og vunnu føroyameistaraheitið fyri HB heili seks ferðir.

 

Jan Dam hevur fyri tað mesta spælt fyri HB, men í eitt stutt tíðarskeið royndi hann seg í KÍ, og í 2000 og 2001 spældi Jan við B68.

 

Eisini á landsliðnum var Jan Dam drúgvur. Frá 1990 og næstu tíggju árini spældi Jan, ið sum oftast var á høgra bakki, 39 landsdystir og skoraði eitt mál.

 

Í FSF Varpinum fortelur Jan Dam, um eina serliga hending hann hevði við Patrick Berger, sum tá spældi við Liverpool og Kekkia, og um ræðuligu fyrireikingarnar, ið HB hevði undan 10-0 tapinum imóti Tromsø í 1995.