Sum in.fo eisini skrivaði fyri nøkrum døgum síðani, so verður Jan C. Dam nýggjur høvuðsvenjari hjá HB.
Jan Dam var hjálparvenjari hjá Milan Cimburovic, ið var høvuðsvenjari hjá HB seinasta triðingin av farna kappingarári, og nú sleppur gamla HB-legendan sjálvur at standa á odda fyri besta liðnum hjá barndómsfelagnum. Sáttmálin er galdandi fyri tvey tey næstu kappingarárini.










