Landsliðsvenjarin var týskvøldið eygnavitni til, at ein hin mest týðandi spælarin hjá honum noyddist at fara av vøllinum, tí hann varð skaddur.
Tveir minuttir fyri steðgin brustu Jan Dam og ein annar landsliðsmaður, Henning Jarnskor, saman, og Jan Dam var liggjandi á válinum. Hjálparfólk stuðlaðu liðformanninum á landsliðnum av vøllinum, og hann kom ikki innaftur.
Talan var um hendiligt óhapp. Smeiturin var dygst niðanfyri knæið, og hann var ógvuliga dyggur. Í gjár varð roknað við, at talan er um eina blóðsamling, og Jan Dam skuldi møta saman við hinum landsliðsmonnunum í gjárkvøldið. Og so fara lækni og fysioterapeutur at gera sítt ítarsta fyri at aftasti verjuskansin, sum eisini kann brúkast á so nógvum øðrum plássum, verður tøkur leygardagin. jh