HB fer í morgin suður á Sevmýri uttan í hvussu so er tveir av føstu og mest royndu monnunum. Jan Dam fekk reytt kort ímóti B36 og er tískil leikbannaður. Kaj Leo Johannesen brákaði annan lítlafingurin undir venjing mikukvøldið, og hann verður helst ikki við. Tað hevur verið tosað um at pjøssa um við skinnara, so hann kann spæla, men sjálvur roknaði hann í gjár við, at Bárður Johannesen fer at verja málið:
? Og eg haldi ikki, at tað er verri, enn at eg hevði verið við. Bárður hevur ment seg nógv, og eg havi fult álit á honum, sigur málverjin, sum hevur góðar vónir:
? Vit liggja á odda, vit hava skotið flest mál, og tað eru fægst mál farin ígjøgnum hjá okkum, so vit hava góða útgangsstøðu, hóast tapið ímóti B36.
Rúni Nolsøe noyddist av vøllinum mikukvøldið, tí hann hevði fingið snuddir í fótin. Hann hevur fingið viðgerð, og hann hevur ikki vant, men í HB vóna teir, at hann verður við í morgin.
Allir klárir
TB hevur ikki tey bestu hagtølini á Sevmýri ímóti HB. Síðst teir vunnu var í 1991, tá úrslitið var 4-1. Síðst, teir fingu stig, var í 1995, tá tað var málleyst. Í fjør var TB í 2. deild, og í fyrraárið vann HB 9-2.
Á Tvøroyri rokna teir við, at allir spælararnir vera tøkir. Í hesi vikuni hava Pól F. Joensen, Tórður Holm og Tórður Mortensen ikki vant so nógv, tí teir hava verið smáskaddir, men teir vera ivaleyst við í morgin.
TB hevur ikki vunnið í ár, men í Gundadali ímóti HB var um reppið at teir fingu javnleik. Úrslitið var 4-3.