EB/Streymur hevur boðað frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Jan Dam sum venjara hjá næstbesta liðnum. Hann megnaði í undanfarna kappingarárinum at flyta EB/Streym upp í 1. deild.
- Jan kom til felagið við kappingarbyrjan í 2021 og fer tí undir triðja árið sum venjari á næstbesta liði felagsins. Komandi ár skal liðið spæla í 1. deild, og tað verður við Jan við róðrið, at okkara spælarar skulu stríðast fyri at halda sær í deildini, skrivar EB/Streymur og leggur afturat:
- Vit hava fleiri evnaríkar ungar spælarar á veg upp, og við drúgvu royndunum hjá Jan í føroyskum fótbólti, serliga innan ungdómin, so ivast vit ikki í, at framhaldandi menningin av hesum komandi stjørnum er í tryggum hondum.
EB/Streymur bleiv nummar trý í 2. deild, men flytir upp, tí Skála á øðrum plássi kann ikki flyta upp.
1 | B68 | 18 | 15 | 2 | 1 | 81 | 19 | 62 | 47 | |
2 | SKÁLA | 18 | 12 | 2 | 4 | 63 | 23 | 40 | 38 | |
3 | EB/S | 18 | 11 | 5 | 2 | 61 | 22 | 39 | 38 | |
4 | FC Suðuroy | 18 | 11 | 3 | 4 | 75 | 26 | 49 | 36 | |
5 | AB | 18 | 9 | 4 | 5 | 47 | 27 | 20 | 31 | |
6 | FC Hoyvík | 18 | 6 | 1 | 11 | 40 | 65 | -25 | 19 | |
7 | NSÍ | 18 | 6 | 1 | 11 | 41 | 76 | -35 | 19 | |
8 | ÍF | 18 | 3 | 4 | 11 | 24 | 71 | -47 | 13 | |
9 | KÍ | 18 | 2 | 3 | 13 | 26 | 73 | -47 | 9 | |
10 | 07 Vestur | 18 | 2 | 1 | 15 | 8 | 64 | -56 | 7 |