Jan dømir fleiri dystir uttanlands

Komandi vikan verður hendingarrík hjá Jan, tí fyrst skal hann vera fyrstidómari í morgin, tá donsku flogbóltsfeløgini, KSV og Holte, spæla dyst í Elitudeildini.

 

Hetta er samstundis góð dystarvenjing, áðrenn hann týskvøldið saman við einum serba skal døma í Tjekkia, har VK Dukla Liberec tekur ímóti rumenska CS Remat Zalau í Challenge Cup-kappingini.

 

Somuleiðis hevur Jan Hentze fingið at vitað, at hann síðst í februar skal døma eina fjórðingsfinalu í Challenge Cup-kappingini hjá kvinnum, sum annaðhvørt verður í Finnlandi ella Hvítarusslandi.