Tórshavnar býráð
Heri á Rógvi
Tórshavn: Tað var Jan Christiansen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum bjóðaði Tórfinni Smith eitt pláss í býráðssamgonguni, har Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin eru.
Hesum tilboðið hevur Tórfinn Smith tikið av. Tilboðið fekk hann fyrr í ár, men hevur ikki tikið støðu fyrr enn nú.
Hitt umboðið fyri Javnaðarflokkin, Elin Lindenskov, fekk tó einki tilboð.
??Tórfinn Smith hevur verið positivur mótvegis samgonguni, og tí fekk hann tilboðið. Elin Lindenskov hevur ikki verið eins positiv, og fekk tí einki tilboð, sigur Jan Christiansen.
Jan Christiansen sigur, at tað er ein einmælt samgonga, ið hevur boðið Tórfinni uppí samstarvið.
?Hetta skuldi stabiliserað samgonguna. Nú eiga vit eisini fýra av fimm nevndarlimum í nevndunum, sigur Jan Christiansen.
Hann heldur, at samstarvið í samgonguni hevur riggað ómetaliga væl, og tað styrkir bara um samgonguna, at Tórfinn Smith nú er vorðin limur.
Mikukvøldið verður eyka býráðsfundur, har nevndirnar verða skipaðar ? í øllum førum partvíst ? av nýggjum. Samgongan hevur fingið sjey nýggjar nevndarsessir og andstøðan hevur mist sjey. Tískil skulu kortini blandast av nýggjum.
Mynd: ?Hetta skuldi stabiliserað samgonguna. Nú eiga vit eisini fýra av fimm nevndarlimum í nevndunum, sigur Jan Christiansen.









