Jan breyt armin

1.DEILD: Skálaliðið er nú rakt av skaðunum, sum skálamenn higartil eru slopnir undan

Teir næstbestu hjá Skála vóru seinnapartin í Gundadali, har teir á ovara vølli vunnu trivaligan 4-0 sigur ímóti teimum næstbestu hjá B36.

Hetta var fyrsti sigurin hjá Skála í ár. Frammanundan hevði Skála fýra ferðir spælt javnt og tapt einaferð.

Støðan eftir fyrra hálvleik var 1-0. Málskjútti í fyrra hálvleiki var Jan Ingason Hansen, sum skoraði, tá ið ein lítil hálvur tími var farin.

Bæði í fjør og fyrraárið var  Jan skaddur stóran part av tíðini. Higartil í ár hevur hann vant við fullari ferð, og tríggjar løtur hevur hann verið inni á besta liðnum.

Í dag var Jan Ingason Hansen so óheppin, at hann átjam minuttir undan leikloki noyddist av vøllinum við brotnum armi. Hann hevur verið á skaðastovuni og er gipsaður og verður neyvan við tær næstu vikurnar.

Skírisdag noyddist framrættaði Edvin Jakobsen skaddur av vøllinum tíggju minuttir eftir steðgin, tá ið besta liðið hjá Skála á heimavølli tapti 2-1 ímóti EB/Streymi. Hann var skaddur í knænum, men enn er ikki greitt, hvussu álvarsligt tað er.

Málini í seinna hálvleiki í Gundadali í dag skoraðu Dávid Johansen, Andreas Egeberg Jacobsen og aftur Dávid Johansen.