Jan bað um umbering

Herfyri legði formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, formannin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen, undir at vera ?hálvur bandittur?

Tað var í Oyggjatíðindum, at skuldsetingarnar vórðu settar fram. Málið snúði seg um fiskireiðskap, sum FF fyri fleiri árum síðan hevði stuðlað skipi hjá Vibergi við fyri at leggja lunnar undir garnaveiði eftir havtasku.

Hetta hendi júst, meðan Føroyar vóru í størstu kreppu í nýggjari tíð. Ein spanskur veiðitjóvur varð tikin á Føroyabanka, og tá ið gørnini hjá skipinum vórðu drigin, vísti tað seg, at nógv havtaska stóð í teimum.

FF gjørdi av at stuðla keypi av reiðskapi, og Viberg Sørensen var millum teir, sum slóðaðu fyri.

Ósemjan, sum Jan Højgaard sipaði til í Oyggjatíðindum, tók seg ikki upp fyrr enn seinni, og tá fekst eisini ein loysn, sum báðir partar kundu liva við.

Tað var í hesum sambandi, at formaðurin í FF kallaði Viberg Sørensen hálvan banditt.

Og tað gjørdi hann av órøttum.

Herfyri bað Jan um umbering fyri síni úttalilsir og segði, at hann mintist seg ikki at hava sagt hetta, men møguliga hevði hann tað kortini.

- Um eg skal hava málborið meg so óheppið, skal eg staðiliga biða um umbering.

Viberg Sørensen hevur góðtikið umberingina hjá Jan Højgaard.

Á heimasíðu felagsins sigur Viberg, at nógv buldraslig úttalilsir hava verið at hoyrt frá nýggja formanninum í Føroya Fiskimannafelag, og ofta hevur verið hildið, at nógv var betri ósagt.

- Men vit liva í einum frælsum landi, har tú hevur loyvi til at siga tína hugsan. Hetta frælsi eiga vit tó ikki at misbrúka til at kalla og niðurgera hvønn annan. Jan er fyrigivin, sigur Viberg Sørensen.