FÓTBÓLTUR: Jan Allan Müller gjørdi enda á øllum spenningi í 1. deildardystinum millum Esbjerg og Ølstykke sunnudagin. Fimm minuttir fyri leiklok var føroyski álopsspælarin settur at skjóta brotsspark, og hann skoraði.
Esbjerg vann dystin 3-1, og Jan Allan gjørdi tað til endaliga úrslitið. Esbjerg kom fram um 2-0, áðrenn Ølstykke minkaði.
Esbjerg hevur nú togað seg upp á 11. pláss í 1. deild, og lagið í felagnum er eitt sindur betri nú enn tað hevur verið fyrr í ár.
Jens Erik Rasmussen, sum fyrr í ár gjørdi fyribilssáttmála við Esbjerg var við í dystinum móti Ølstykke. Jens Erik skal verða í Esbjerg til vetrarsteðgin.