Jan Allan Müller og Mús omman í Bakarínum í kvøld

Gestir í sendingini í kvøld vera Adelborg Linklett - tann freka strippandi omman úr

Mús-sendingini. Hin gesturin er vágbingurin við lemmunum Jan Allan Müller, sum javnan er at síggja á forsíðunum fyri mangt og hvat. Fyrireikarar av sendingini gera tó greitt, at Mús omman í kvøld verður at síggja í klæðum.

 

Reportarin á Bakarínum, Bárður Næs hevur verið úti og við mirkofonini og eitt nýtt

umfar í kokkakappingin um at finna Ársins Heimakokk verður eisini á skránni.

 

Hesaferð skulu Maud Waag Hansen, Jákup Danielsen og Eyðun Eliasen kappast um hvør av teimum kemur víðari til næsta umfar. Og so sleppa vit aftur at síggja ein part av

satiruni við Anniku og teimum.

 

Tey, sum ikki hava Televarpshald, hava eisini møguleika at síggja Rás1. Einasta sum

krevst er eitt sjónvarp við digitalum móttakara - tað hava tey flestu nýggju

sjónvørpuni í dag - og síðani leita eftir rásini.

 

Bakaríið verður sent beinleiðis í kvøld klokkan 22.00.