Jan Allan Müller, fyrrverandi stjóri í Injektor Trawldoor kærir ikki dómin, sum hann fekk í rættinum í Horsens fyri svik.
Tað skrivar Horsens Folkeblad.
Jan Allan Müller varð fyri tveimum vikum síðan dømdur eitt ár og níggju mánaða fongsulsrevsing, harav hann skal sita seks mánaðir.
Restin varð gjørd treytað av, at hann einki revsivert ger næstu trý árini.
Hann varð haraftrat dømdur 750.000 krónur í skattabót og rættin til at stovna, vera stjóri ella formaður í nøkrum virki, felag ella grunni í fimm ár.