Jan A. Joensen er landsnevndarformaður

Í gjár skipaði landsnevnd Sjálvstýrisfloksins seg við Jan Asbjørnson Joensen sum formanni Tey, sum sita í nevndini eru, Jan Asbjørnson Joensen, Klaksvík, formaður, Kristina Toftegaard Larsen, Fuglafjørður, næstformaður, Karl Olsen, Vestmanna, skrivari, Heðin D. Poulsen, Tórshavn, kassameistari.

Hini í nevndini eru Eileen Sandá, Vágur, Rósely Reynstind, Miðvágur og Jákup Sverri Kass, Tórshavn.

Vit kunnu leggja aftrat, at Jan er sonur Asbjørn Joensen, sála, sum sat á tingi fyri Sjálvstýrisflokkin.

Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins kann velja eitt umboð aftrat, sum skal vera úr Sandoynni.

Løgtingslimirnir hava atgongd til landsfundirnar, har teir hava talurætt, men ikki atkvøðurætt.

Floksformaðurin, sum skal vera ein av ting- ella landsstýrisfólkum floksins, hevur vetorætt í prinsipiellum politiskum málum.