Jamma saman á gólvinum

Tíðindaskriv

Hevur tú hug at blaka teg út í tað ókenda, út í ruðuleikan, har alt ber til? Ung í MáF bjóða til spennandi skeið í viewpoints í skúlanum á Giljanesi 21.-23. september 2007

 

Hevur tú hug at blaka teg út í tað ókenda, út í ruðuleikan, har alt er gjørligt? Vit arbeiða hart og konsentrerað á gólvinum. Læra at lurta, gera ov nógv av, og skava av aftur.

Viewpoints er improvisatiónsháttur, sum gevur sjónleikarum høvi at arbeiða spontant og intuitivt. Saman at lurta og at skapa dygdargott tilfar upp á stutta tíð.

Viewpoints er ein háttur at tosa saman um ávísar meginreglur á palli - eitt nú tíð og stað. Hvat riggar og hvat riggar ikki á palli, og hví. At lurta og at reagera, sansa og anda, flyta seg og standa still. Stutt sagt: Ein háttur at jamma saman á gólvinum.

 

Royndur lærari

Lærari verður Gunnvá Zachariasen. Gunnvá hevur hildið fleiri skeið, m.a. í viewpoints, og hon hevur verið við í mongum leikum í Føroyum, Danmark og U.S.A. Hon er útbúgvin sjónleikari, og m.a. var hon við í “Ginusøgum”, “Don Juan fra Tranhuset”, “Ísbjarnunum”, “Faust” og øðrum leikum. Gunnvá hevur eisini spælt við í filmi og sjónvarpi og hevur stovnað sín egna sjónleikarabólk, “Tvazz”, sum hon nú er farin undir annan leikin við. Fyrsti leikurin hjá leikbólkinum, “Køksdrotningarnar” eftir eysturríkaran Werner Schwab, varð leiktur á Meiarínum í august mánaði í fjør.

 

14-30 ára gomul

Skeiðið byrjar fríggjakvøldið 21. september kl. 19, og vit gevast sunnudagin 23. september

kl. 15. Skeiðið er fyri øll 14 til 30 ára gomul, bæði fyri roynd og óroynd í sjónleiki. Tó er plássið avmarkað til 20 fólk. Vit gista og eta á skúlanum á Giljanesi. Áhugað kunnu senda meyl til HYPERLINK "mailto:maf@maf.fo" maf@maf.fo ella ringja.