Jamma í Klaksvík

Leygarkvøldið verður Club 700 karmur um eitt sokallað jam kvøld, sum hesaferð ber heitið “Jam Marathon”.

 

Orsøkin til heitið er, at livandi tónleikur verður í báðum hæddunum samstundis í Club 700.

 

Klaksvíksdiskotekið hevur av álvara sett sær fyri at geva norðoyingum betri møguleikar, tá ið umræður náttarlív, tí nærum hvørt vikuskifti eru serlig tiltøk á skránni.

 

Komandi leygarkvøld verður tað so jamming fyri allar pengarnar, tá ið Karstin Danielsen, Mikkjal Hvannastein, Robert Waagestein, Johan Nolsøe, Kenneth&Albin, Birgir&Noel, Lindi

Gardar og Jákup Eli Joensen hittast í Club 700.

 

Fleiri av hesum eru kend nøvn innan tónleikaheimin, og eitt nú hevur sumbingurin Jákup Eli Joensen júst útgivið sína fyrstu fløgu við heitinum “Kom við mer”.

 

Hesir eru teir tónleikarar, sum við vissu verða til staðar, men sum verða man til jam marathon, so hava aðrir tónleikarar helst eisini møguleika fyri at koma framvið og tríva í eitt lag.