Í kvøld verður Jam í Club 700 í Klaksvík. Hetta merkir fleiri tónleikarir koma at skiftast um at jamma og syngja fyri gestunum. -Lagt verður upp til eitt hugnaligt kvøld, har vit stuttleika okkum saman, boða fyrireikarnir frá á facebook síðu síni.
Teir tónleikarnir ið trína á pallin í All in night club kvøld eru, Mikkal Hvannastein, Hans Andrias Jacobsen, Lindi Gardar, Robert Waagstein, Jóhan Nolsøe, Kenneth & Albin, Karstin Danielsen, Thorberg Johannesen og Noel & Birgir.









