Jamm, huldutungmálmur og gásarholdsrokkur

Hesi trý lýsingarorð siga hampuliga væl frá leygarkvøldinum 26. mei í Losjuni í Gøtu. GRÓT borðreiddi enn einaferð við tí, sum vit kenna tey fyri, góðskutónleik fyri hvørt oyra ? eisini peningaliga. Bólkarnir á plakatini vóru Jesus Band, Krit og Marigold.

 

Umstøðurnar gjørdu tað tó so, at Jesus Band ikki var fullmannað, og tí var ein onnur loysn í hendi fyri tónleikararnar. Gittarleikarin í Jesus Band fekk aftrat sær sjálvum trummuleikararnar í ávíkavist Clickhaze og Marigold á trummu og bassi, og teir »jammaðu« eina løtu. Teir umbóru seg við, at teir ikki høvdu havt langa venjingartíð, men avrikið skammaðist ikki burtur. Talan var um »instrumentalan« tónleik, sum hevði sínar røtur í tungmálminum. Tveir av tónleikarunum hava eina fortíð í tí stuttlivda, men sera væl umtókta Bingo, og tónleikurin teir tríggir spældu minti ikki sørt um áðurnevnda. Allir tónleikararnir framførdu tónleik á høgum støði, tað var ikki sørt, at øri sviin Yngwie J. Malmsten og John Petrucci úr Dream Theater hava gjørt sína ávirkan galdandi hjá unga gittarleikaranum. Áhoyrararnir ? man kanska serliga gittarstreingirnir ? fingu ein ?bita? av Jimi Hendrix. Sera gott og navnleysi bólkurin ? skulu vit siga ? slóg navnið fast og vit gleða okkum at hoyra meiri frá teimum.

Næstir á palli vóru Krit, sum eru vorðnir eitt sindur kendir her á landi, við síni ørðvísi framferð á palli. Talan er um myrkan tónleik, sum tó vísir seg at vera sera inniligur og kensluborin. Sangarin skifti í fleiri songum brádliga frá illum gallrópi til neyðarsligt harmljóð. Sangurin var sera melodiskur og hóskar sera væl til tónleikaslagið. Um vit skulu nevna útlendskar bólkar at líkna teir við, kundi teir t.d. verið Marilyn Manson, HIM. Tónleikurin bar bráð av góðum hugflogi og tað er hugaligt at sita og lurta, tá tónleikarar hava gjørt sær ómak at vera ørðvísi og at gera tað teir gera væl. Fleiri temposkift og væl vald akkordskiftir, sum eisini hóskaðu sera væl til skýmliga tónleikaslagið. Huldutungmálmur. Tónleikararnir gera nógv við ?showið?. Annar gittarleikarin var í síðum svørtum kappa, hevði málað seg hvítan í andlitinum og hin gittarleikarin hevði málað sær ein grábrúnligan skort á andlitið. Ikki sørt av punk-anda var yvir teir.

Síðani trinu Marigold á pallin. Besti háttur á lýsa tónleik teirra frá undirritaða sjónarmiði er, at tey spæla gásarholdsrokk. Tónleikararnir geva seg heilt og forsangarin hevur eina rødd, sum fáum er beskorið. Marigold megnaði ótrúliga væl at blanda eitt sindur av ?elektronika? inn í grungekenda rokk teirra. Í onkrum lagi var rútmumaskinan at rokna sum krydd og í øðrum var hon, heldur hinvegin, tann berandi bulurin og hini leikførini krydd. Um vit eisini her skulu nevna bólkar, so lesarin hevur eina hóming av ?stílinum? kunnu vit nevna Skunk Anansie og Portishead, bara fyri at nevna tveir. Eins og hinir bólkarnir hava tónleikararnir í Marigold gjørt tónleikin sjálvi og tað er fløvandi at hoyra, hvussu væl ungu tónleikararnir duga at seta saman ljóð, tónar og rútmu í eina heilstoypta heild. Sjálv framførslan hjá Marigold var heldur einki at kimsa at. Tónleikararnir liva væl við í tónleikinum og tú fært kensluna av, at teimum dámar sera væl at spæla tónleik.

Alt í alt eitt sera gott kvøld við hágóðsku tónleiki. Grót skipaði so fyri, at áhoyrararnir kundu keypa sær sodavatn, te, kaffi og kakubita, so at á ein hátt var hetta ein rokk-kafe, um vit so kunnu siga.

Tónleikasamtakið Grót, sum var stovnað á heysti í 1998, er eitt sera virkið felag, ið javnan hevur tiltøk av ymsum slagi. Felagið er farið í eitt vist samstarv við Norðurlandahúsið, og ætlanin er, at onkur av gestunum á listastevnuni seinni í summar, gera sær eitt rend inn í Losjuna í Gøtu, sum í stóran mun er høvuðsstøðin hjá Grót.

Ólavsøkukonsertin nærkast og tað verður spennandi at vita um hesir framúr áhugaverdu og dugnaligu bólkar fáa innivist. Vit vóna tað.