G! festivalurin hevur nú avdúkað fýra nøvn afturat, sum fara at framføra í ár. Tey føroysku nøvnini eru Tinganest og Høgni. Tvey útlendsk nøvn eru eisini kunngjørd, tey eru Cohnny Cash, sum er frá Danmark, og Jamie Woon frá Bretlandi.
Cohnny Cash er ein plátuvendari í Keypmannahavn, og hevur vinylplátur frá nógvum heimsins hornum. Hansara serøkið er cumbia tónleikur úr teimum suðuramerikansku karibisku oyggjunum.
Hin sangarin, sum skal framføra, er bretski sangarin Jamie Woon. Jamie Woon er kendur í Bretlandi og útgav í 2011 fløgu út, sum kallast ’Mirrorwriting,’ og er við sínum milliónum av lurtarum vorðin sera væl umtóktur. Fløgan fekk bæði góð ummæli og sølutøl, og lagið Night Air vann Jamie Woon nógvar fjepparar.
G! Festivalurin verður 16. 17. og 18. juli í ár. Tað er nú greitt atAt The Gates, Analogik, Gluteus Maximus, Kiasmus, Eivør, Teitur og Marius Ziska framføra í ár.










