Jamie Vardy snúsar

Og tað fáa bretskir miðlar sjálvandi eina søgu burturúr.

Landsliðsframherjin hjá Leicester og enska landsliðnum, Jamie Vardy, er rokin í ensku miðlarnar seinastu dagarnar av eini heldur øðrvísi hending. Myndir hjá Daily Mail avdúka nevniliga, at hann snúsar.


Á myndunum sæst hann hava snús við sær ávegis til landsliðsvenjingina í býnum Chantilly. Daily Mail skrivar, at snús er á einum lista hjá World Anti-Doping Agency yvir evni, ið eyga møguliga skal haldast við til kappingar í framtíðini.


Ein talsmaður hjá enska fótbóltssambandinum sigur við blaðið, at tey eru varug við lívsvanan hjá Jamie Vardy, men at tey ikki kunnu forða honum í hesum, tí at tað í verandi løtu ikki er ólógligt at snúsa.