Jamie Vardy hevur ball

Premier League: Nú tapti Everton eisini, meðan Jamie Vardy gjørdi av við Arsenal

Í dag hava tríggir dystir verið í 6. umfari í Premier League. Stóra hetjan bleiv Jamie Vardy, sum tryggjaði Leicester City ein góðan 1-0 sigur á Arsenal á Emirates leikvøllinum í London.

Í Onglandi siga tey “Jamie Vardy is having a party”, sum á ein hátt kann umsetast til at Jamie Vardy hevur ball. Hetta verður onkuntíð brúkt um spælarar, sum skjóta mál, spæla væl ella hugna sær á vøllinum við bóltinum.

Jamie Vardy, sum bleiv heimskendur í 2016, tá Leicester vann Premier League, byrjaði á bonkinum, men kom inn í seinna hálvleiki. Her gjørdi hann, sum hann plagar. Fór við fullari ferð aftur um verjuna og endaði við at skalla bóltin í málið, eftir frálíkt upplegg frá innskifta Cengiz Under.

Everton hevur fingið eina frálíka byrjan upp á kappingarárið, men nú eru teir ikki longur ósigraðir. Teir taptu í dag 2-0 á útivølli móti Southampton. Wolverhampton var á veg móti sigri í dystinum móti Newcastle, men í evstu løtu skoraði Jacob Murphy beinleiðis upp á fríspark.

Nú eru bara tveir dystir eftir av 6. umfari. Teir verða í morgin.

Premier League 6. umfar:

Í dag:

Southampton – Everton 2-0

Wolverhampton – Newcastle 1-1

Arsenal – Leicester City 0-1

Mánadagin:

Brighton – West Bromwich (17.30)

Burnley – Tottenham (20.00)

Leygardagin:

West Ham – Manchester City 1-1

Fulham – Crystal Palace 1-2

Manchester United – Chelsea 0-0

Liverpool – Sheffield United 2-1

Fríggjakvøldið:

Aston Villa – Leeds 0-3

1Everton641114:913
2Liverpool641115:1413
3Aston Villa540112:512
4Leicester640213:812
5Leeds631212:910
6Southampton631210:910
7Crystal Palace63128:910
8Wolves63126:810
9Chelsea623113:99
10Arsenal63038:79
11Tottenham522115:88
12West Ham622212:88
13Man City52218:88
14Newcastle62228:108
15Man Utd52129:127
16Brighton51139:114
17WBA50235:132
18Burnley40133:81
19Sheffield Utd60153:91
20Fulham60155:141