Sevilla og Juventus vunnu í teimum báðum fyrru 1/8 finalunum í Champions League, sum blivu spældar í kvøld. Sevilla vann á heimavølli 2-1 á Leicester, meðan Juventus vann 2-0 á útivølli móti Porto.
Les eisini: Spælarin øll tosa um
Eina løtu sá einki út hjá ensku meistarunum, sum er í niðurflytingarvanda í Premier league. Teir vóru aftanfyri 2-0 og tað kundi verið meir, um ikki Kasper Schmeicel bjargaði brotssparki.
Móti endanum reisti Leicester seg og fekk ein týðandi útivallarmál. Tað var stóra hetjan frá farna kappingarári, Jamie Vardy, sum sendi innleggið hjá Danny Drinkwater í málið.
Í Portugal setti Juventus seg tung á uppgerðina móti Porto. Marko Pjaca og Daniel Alves tryggjaðu italsku meistarunum ein 2-0 sigur. Her er vert at nevna, at Porto longu í 27. minutti fekk Alex Telles útvístan.
Champions League 1/8 finalur:
FC Porto – Juventus 0-2
0-1 Marko Pjaca, 72
0-2 Daniel Alves, 74
Sevilla - Leicester City 2-1
1-0 Pablo Sarabia, 25
2-0 Joaquin Correa, 62
2-1 Jamie Vardy, 73