James Rodriguez til Premier League

640 miljónir í okkara peningi skulu á borðið fyri at fáa kolumbianska framherjan til Onglands

Bretska blaðið "Sunday Express" skrivar, at 24 ára gamli, kolumbianski áleyparin hjá Real Madrid, James Rodriguez skal verða á veg til Manchester United.

 

Sambært Sunday Express má Manchester United leggja eina upphædd á borðið, sum svarar til 640 miljónir krónur í okkara peningi fyri at tryggja sær James Rodriguez.

 

Eftir tí, sum Sunday Express veit at siga, so semjast James Rodriguez og nýggi venjarin hjá Real Madrid, Zinedine Zidane ikki so væl, og tí skal James Rodriguez ynska seg burtur frá Real Madrid.