James Rodriguez fær risastóra ferðbót

Nýggjársdag koyrdi kolumbianski framherjin hjá Real Madrid 200 km/t við bíli sínum

Kolumbianski framherjin hjá Real Madrid, James Rodriguez er dømdur eina risastóra bót, sum svarar til 79.000 krónur í okkara peningi. Hetta var staðfest í rættinum í Madrid í dag. 

 

James Rodriguez hevur fingið bótina, tí hann nýggjársdag koyrdi 200 km/t við bili sínum í spanska høvuðsstaðnum, Madrid við sponskum løgreglumonnum í hølunum. Løgreglan koyrdi aftaná James Rodriguez til venjingarvøllin hjá Real Madrid. Fartmátingarnar hjá løgregluni vístu, at James Rodriguez koyrdi 200 km/t. 

 

James Rodriguez segði í verjurøðu síni í rættinum, at hann koyrdi so skjótt, tí hann var bangin fyri at blíva rændur. Tað er ikki so sjáldan, at kolumbionsk brotsmannalið ræna kend og rík fólk fyri at vinna stórar peningaupphæddir. Rætturin í Madrid dugdi tó ikki at síggja nakrar formildandi umstøður við hesum.