James Olsen føðingardag í dag

James Olsen, ein av bestu trummusláðarum í Føroyum, verður 47 ár í dag tann tann 2. februar. James byrjaði at spæla trummur sum smádrongur og gjørdist landskendur, tá ið hann vann eina av fyrstu tónleikakappingunum í Føroyum í SMS saman við Plúmmarunum.

 

 

Gongur tú høgt uppí føđingardagar?

Nei, føðingardagur er bert eitt  tal í mínum lívi. Eg minnist heldur ikki nær mínir vinir og kenningar hava føðingardag.

 

 

Fert tú at halda hann? Hvussu?

Nei, eg havi ikki hildið føðingardag síðani eg var smádrongur,men kanska tá ið eg fyllið 40 verður okkurt á skránni:)Eg verið einans 40+7,men hvør heldur tal á tí hehe, so leingi man er ungur í sinni.

 

 

Hvussu hevur tađ seinasta áriđ veriđ?

Tað hevur verið upp og niður við øllum tí, sum lívið einaferð hevur at bjóða,

 

 

Hvussu er at gerast eldri?

Tað at blíva eldri, merkir bara at man hevur fingið fleiri royndir úr lívsins skúla.