Nýggi føroyski superbólkurin Blitz við teimum fimm mannligu og evnaríku tónleikarunum spælir aftur í Rex komandi vikuskiftið. James, Faggie, Jóannes, Jens Tummas og Hilmar borðreiða fríggjakvøldið og leygarkvøldið við bæði føroyskum og góðum útlendskum tónleiki.
Blitz spælir alt - bara tað ljóðar væl og bara tað kann dansast til.
Frontfigurur í bílkinum er Jóannes Lamhauge, sum gjørdist kendur sum Jósef í sangleikinum um ?Dreymakotið?, sum varð sýndur í Norðurlandahúsinum fyri nøkrum árum síðani.










